Endurnýtiligar og burðardyggar vørur
til mammu og barn

Toyblæur, toybind, húð- & hárrøkt o.a.
Sera væl umtóktu magnetleikurnar fáast her

Lat hugflogið sveima
við Connetix

Vakrar & mjúkar

Toyblæur til stór og smá

Menstruatión hevur ongantíð
verið meira luksuriøs

Vel toybind og spar pening og burturkast
Húð- og hárrøkt

100% reint og
uttan skaðilig evni

tí bert tað besta er nóg gott
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
BIG O.N.E. - OneSize
Vanligur prísur 299,00 kr Útsøluprísur 239,20 kr Spar 20%
/

Bert 3 eftir á goymslu!

Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.

Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.

Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.

Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.

Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.

Stripping av blæum

Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.

    Eftirføðingarpakkin
    Eftirføðingarpakkin
    Vanligur prísur 468,00 kr Útsøluprísur 411,00 kr Spar 12%
    /

    Bert 14 eftir á goymslu!

    Hetta siga kundar

    Vit hava roynt okkum við toyblæum 🤩 Vit royndu okkum við royndarpakkanum frá @mammulig , og tað riggaði so væl!
    Vit kundu brúka blæurnar í 14 dagar, og síðani lata tær inn aftur, áðrenn vit valdu hvørjar vit hava hug at keypa 🤗
    Eftir mínum tykki er hetta eitt fantastiskt hugskot, og tað skal Una hava eitt stórt herðaklapp fyri! Sama skal hon fáa fyri góða hjálp og vegleiðing. 🙌
    Hetta er vert at hugsa um, til øll blæubørn 🌱💚

    Hildur Davidsen

    Góð vøra og ikki minst tænasta. Havi avheinta stutt aftaná eg havi keypt.
    Alt er sera væl lýst og forklára á heimasíðuni.
    Sera sera væl nøgd 😊 💜

    Heidi H. Egholm

    Tænastan er heilt í topp! Onki at seta fingur á! 😃 Gott úrval og góðar og lekrar vørur 😍 havi keypt geviinnlegg, blæur, vátposar og vaskievni, og eri væl nøgd við alt :) okkum dáma best WeeCare blæurnar, tær eru so lekrar og lættar at brúka 😍 sjálvt maðurin tímdi tær beinanvegim :) Hava havt eina líðandi yvirgongd frá teimum vanligu og til toyblæur. Hava allatíð havt tann trupulleikan, at tað fer illa upp ímillum og niður ímillum við vanligu blæunum, men hetta er ikki við toyblæunum 😍👏🏼 vit eru nú komin har til, at vit fara all in við lekru toyblæunum frá Mammulig 😍😃 p.s. orðabókin á heimasíðuni er sera góð, tí tað kann vera sum at koma inn í eina junglu, tá man onki kennir til tað frammanundan :) og vit vóru annars alvorligir skeptikkarir áðrenn 

    Edith Egholm Rein

    Skjót, góð og blíð tænasta, og ikki minst lekkrar og dygdargóðar vørur 👏🏼👏🏼

    Petit Lulu skelin situr perfekt og er fleksibul og nemm at “laga eftir” rumpuni hjá barninum. Heldur øllum inni 😊 deiligt at endiliga fáa eitt succes-upplivilsi við toyblæum 😊

    Sissal Carlsdóttir Á Lag

    Sera góđa tænasta, og, ikki minni góđ vøra🙌🏼

    Lummablæan frá Petit Lulu er heilt sikkurt yndis hjá okkum! Aftaná eg keypti mína fyrstu fyri góđari viku síđan - og havi roynt hana nakra fer - so eri eg heilt vís í at tađ er blæan fyri okkara toyblæurumpu :)

    Takk fyri❤

    Sandra Schiller Magnadóttir

    Sera skjót og góð kundatænasta, har vørurnar vóru klárar beinanvegin! Heimasíðan er løtt at brúka, har er eitt lekkurt vøruúrval og vegleiðingarnar til hvussu ein nýtir vørunar eru virkuliga góðar! Takk fyri, at tú hevur tikið stig til at selja vørur til tey minstu, Una, sum eru umhvørvisvinarligar fyri børnum, mammum/pápum og kvinnum! Eg fari heilt sikkurt at keypa frá Mammulig aftur! 

    Laura Kathrine Apol

    Góð og skjót tænasta. Eg kundi heinta sama dag eg bílegði! 😊
    Vørurnar eru av góðum kvaliteti og virka akkurát sum lýst verður á heimasíðuni. Alt í alt fantastiskt! Sum eitt lítið bonus fylgdi ein pappseðil við, ið hevði eina fitta heilsan á ❤️

    Elisabeth Nygaard

    Also hetta er fantastiskt 🤩
    Vit eru spildurnýggjar í hesum høpi, og við nethandlinum og tilhoyrandi frágreiðingum hjá Mammuligu var tað so sera lætt og ómakaleyst hjá okkum at skilja og seta okkum inní 🤩
    Túsund takk fyri, at tú hevur gjørt tað so lætt fyri meg og mínar líkar at fáa hendur á hesum blæum 👏🏼👏🏼
    Vit hava enn bert roynt AI2 blæurnar frá WeeCare og tær kunnu heilt víst viðmælast- Love it 👶🏻

    Lydia Samson

    Eg keypti andlitslappar og rondellir frá mammulig, og havi verið ómetaliga glað fyri keypið!🌸 Leingist ikki uppá nakran máta eftir eingangs-rondellunum, ið altíð smuldrast inn í eygað ella klistra á fingrunum. Andlitslapparnir hava eisini gjørt ótrúliga gott fyri mína annars sørtu húð, og hevði eg ikki vilja verið teir fyri uttan. Keep up the good work, hon sjálv! Eg eri fjeppari🌱

    Rakul Eyvindsdóttir

    TAKK!

    Takk fyri at tú ert her - beint her, beint nú. Og takk fyri at tú stuðlar okkara lítlu, grønu familjufyritøku. Vit hava stórar dreymar, sum tú ert við til at gera til veruleika ❤︎

    ÚTSØLA / OUTLET
    Hetta er alt vøra, sum ikki kemur á goymslu aftur, so nú er at skunda sær🏃‍♀️
    Sí úrval
    Vaskiørk - 100 nøgdir
    Vaskiørk - 100 nøgdir
    Vaskiørk - 100 nøgdir
    Vaskiørk - 100 nøgdir
    Vaskiørk - 100 nøgdir
    Vaskiørk - 100 nøgdir
    Vanligur prísur 189,00 kr Spar Liquid error (sections/featured-product line 114): Computation results in '-Infinity'%
    /

    Bert 9 eftir á goymslu!